Maria við aftur - Gylta skal kappast um málverjuplássið

Maria við aftur - Gylta skal kappast um málverjuplássið
Maria Halsdóttir Weyhe er við aftur á hondbóltslandsliðnum, meðan blaðunga Gylta Djurhuus á Neystabø skal kappast um plássið í føroyska málinum til EM-undankappingardystir
Claus Mogensen og Simon Olsen hava tikið 16 spælarar út til EM-undankappingardystir ímóti Íslandi og Montenegro
 
29.09.2025 - 12:19

Maria Halsdóttir Weyhe er við aftur á føroyska hondbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð í trý ár. Spælskiparin hjá H71 var eitt skifti í Danmark í lestrarørindum og spældi ikki á høgum stigi, men í fjør var hon aftur í hoyvíksfelagnum, sum vann føroyameistaraheitið.

Tað útloysti ikki landsliðspláss beinanvegin, men nú er Maria Halsdóttir Weyhe við aftur í hópinum hjá Claus Mogensen, sum fer undir nýggja EM-undankapping við dystum ímóti Íslandi og Montenegro í oktober.

Við fyri fyrstu ferð er Gylta Djurhuus á Neystabø úr Kyndli. Málverjin gjørdi var við seg á U19-landsliðnum til EM-endaspælið í summar, og nú skal hon kappast við Rakul Wardum úr Ringkøbing um plássið í føroyska málinum. Annika Fríðheim Petersen er ikki við vegna barnsburð.

Ein stórur bruttohópur var savnaður til venjingar í Føroyum fyri kortum. 22 spælarar vóru við umframt nakrir heilt ungir spælarar, sum vandu við í nakrar dagar, og tær, sum eru sáldar frá hesa ferð eru Silja Arngrímsdóttir Müller og Hervør Niclasen úr Neistanum, Brynhild Pálsdóttir og Marianna Geirsdóttir Eystberg úr BK Ydun, Fríða Nolsøe Olsen úr VÍF og Lukka Arge úr H71.

 

Føroyski landsliðshópurin:

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498