Sýriski forsetin vil hava Russland at útflýggja al-Assad

Sýriski forsetin vil hava Russland at útflýggja al-Assad
Nýggi forsetin í Sýria er komin á vitjan í Russlandi, har frákoyrdi sýriski forsetin, al-Assad, býr í útlegd
Russiski forsetin, Putin, og sýriski starvsbróðirin, Ahmed al-Sharaa, hittast í Kreml.
Mynd: Alexander Zemlianichenko/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 09:09

Sýriski forsetin, Ahmad al-Sharaa, kom seinnapartin í gjár á vitjan í Russlandi, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

Almenna skráin er, at ríkisleiðararnir báðir á fyrsta fundinum skulu tosa um samstarv og menning í økinum. 

Men eitt mál, sum ikki verður nevnt, er fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, sum Ahmad al-Sharaa sjálvur var við til at reka frá valdinum í fjør. 

Bashar al-Assad hevur síðani búð í útlegd í Moskva.

Ábendingar eru um, at al-Sharaa fer at nýta høvið til at biðja um at fáa fyrrverandi sýriska forsetan útflýggjaðan til Sýria. 

Tað skrivaði Reuters í gjárkvøldið.

 

Bashar al-Assad hevur búð í Russlandi, síðani hann var rikin frá valdinum í fjør. (Savnsmynd)

 

Toppfundur útsettur

Eftir ætlan skuldi Ahmad al-Sharaa luttaka á stórum toppfundi fyri fleiri leiðarar í arabisku londunum. 

Men Kreml hevur boðað frá, at fundurin verður útsettur, tí tað liggur ikki fyri hjá fleiri leiðarum at møta. Grundin er virksemið í Washington í sambandi við friðaravtaluna fyri Gasa, skrivar The Moscow Times.

Kortini hevur sýriski forsetin raðfest fundin við Putin í Moskva.

Sýriski forsetin segði mánadagin við CBS News, at stjórnin hjá sær fer at nýta allar løgfrøðiligar møguleikar at draga fyrrverandi forsetan Bashar al-Assad til svars,  uttan at elva til ósemju við Russland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167