Súna: Deiligt at vera við aftur til fulnar

Súna: Deiligt at vera við aftur til fulnar
Súna Krossteig Hansen hevur drigist nógv við skaðar síðstu árini, men nú er hon fullbyrg og nýtir at spæla fyri Føroyar, sum í morgin tekur ímóti Montenegro við Tjarnir
17.10.2025 - 21:37

Súna Krossteig Hansen taldist millum bestu spælararnar, tá Føroyar vunnu á Íslandi fyri fyrstu ferð og tryggjaðu sær dreymabyrjan í nýggju EM-undankappingini.

Við eyðkendu gjøgnumbrotunum gav hon íslendsku verjuni stórar trupulleikar og liðfeløgunum stórar kjansir og meir pláss. Góða avrikið kemur partvís av, at bakspælarin úr Skanderborg endiliga spælir uttan skaða.

 - Tað er ordiliga deiligt at vera fult við aftur, bæði til venjingar í Skanderborg og eisini her á landsliðnum. Tað er nakað heilt serligt at spæla her heima, so eg eri ordiliga glað, segði Súna Krossteig Hansen eftir seinnapartsvenjingina leygardagin.

Tíðin varð brúkt upp á at fyrireika seg til dystin ímóti krútsterka Montenegro, sum vitjar við Tjarnir sunnudagin. Mótstøðuliðið í 2. umfari av undankappingini smurdi Portugal av mikudagin og hevur støðugt ligið millum 10 tey bestu á Evropa í langa tíð.

Tær eru sterkar og tungar og dáma væl at verja hart, og tí kemur føroyski kvikleikin at standa sína roynd í stórhøllini í Hoyvík.

 - Tær verður kanska ikki líka nemt at koma ígjøgnum sum ímóti Íslandi, so vit skulu duga at sleppa bóltinum og spæla hvørja aðra góða við nógvari ferð. Vit eru øgiliga kvikar, og tað skulu vit gagnnýta, segði Súna Krossteig Hansen, sum eisini gleðir seg at spæla við Tjarnir fyri fyrstu ferð.

 - Eg var ikki við seinast á heimavølli (ímóti Litava, blaðm.), so eg gleði meg at uppliva Tjarnir við nógvum áskoðarum. Tað verður bara kul, ja, eg gleði meg, segði bakspælarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429