
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Í ein hálvleik livdi dreymurin um eitt stórúrslit ímóti Montenegro, sum telist millum 10 tey bestu í heiminum, men júst tað prógvaði útiliðið í seinna hálvleiki, og Føroyar máttu taka til takkar við seks máls tapi.
Avrikið fyri steðgin var framúr gott. Rakul Wardum vísti satt stórspæl í málinum, meðan kviku føroysku bakspælararnir fingu lumpað tungu útiverjuna ferð eftir ferð. Í seinna hálvleiki kom munurin, sum hóast alt var ímillum liðini, týðiligari til sjóndar.
Montenegro dámar betur at verja enn at leypa á, segði Claus Mogensen fyri dystin, og tað var sjón fyri søgn við Tjarnir, har Jana Mittún, Súna Krossteig Hansen og Maria P. Nólsoy rendu seg ímóti einum svørtum múri ferð eftir ferð.
At leypa á dugdu tær eisini, og onkra løtu lúrdi stórtap. Føroyar fótaðu sær kortini nøkulunda, bardust alt tær megnaðu og hildu munin niðri á seks málum. Júst tað kann gerast avgerandi, tá EM-putlispælið skal leggjast næsta ár.
Føroyar dansaðu avstað
Føroysku kvinnurnar fingu flúgvandi byrjan í larmandi høllini.
Í álopinum gekk Jana Mittún á odda við fleiri framúrskarandi gjøgnumbrotum, og í hinum endanum var Rakul Wardum ein sannur múrur við trimum, fýra frálíkum bjargingum á rað.
Men 5-2 leiðsla varð skjótt til 5-5 javnleik. Serliga var tað strikuspælið hjá Montenegro, sum gav føroysku miðverjuni høvuðbríggj, samsstundis sum útiverjan fekk betri tak á føroysku bakketuni.
Fleiri ferðir upp í saman vóru føroyingarnir lokkaðir í fellir við troki og skjótum mótálopum sum úrsliti.
Eina løtu vóru Føroyar fýra mál aftanfyri, men heimakvinnurnar spældu og snøgt sagt bardu seg uppaftur á javnleik 12-12 og síðan føroyska leiðslu, tá Anna Elisabeth Halsdóttur Weyhe skoraði av vonginum.
Lítla løtu seinni javnaði systirin Maria Halsdóttir Weyhe til 14-14, áðrenn síðstu sekundini gingu og liðini fóru til hálvleiks líka jøvn, sum tá dysturin byrjaði.
Ov tungar at dansa við
Um tað var tí, at føroyingarnir høvdu fingið ov nógva tíð at hugsa um góðu støðuna, er ilt at siga, men í øllum førum kom útiliðið munandi betur frá byrjan eftir steðgin, og Claus Mogensen mátti biða um leikbrá eftir seks minuttum.
Lítið hjálpti; sjey ímóti seks-spælið kostaði okkurt málið, og tí var farið aftur til seks í álopinum.
Viðhvørt eydnaðist, men sonevnda besta verjan í heiminum livdi upp til heitið og var alt tyngri at dansa við, sum tíðin leið.
Montenegro vann seg so líðandi upp á fimm máls leiðslu, og føroysku venjararnir noyddust at biða um nýggjan steðg, men munurin minkaði ikki.
Viðhvørt hótti Montenegro við skrædli, men føroyingarnir stríddust alt tær vóru mentar at halda muninum so lítlum, sum gjørligt. Tað eydnaðist partvís, og at tað ikki gjørdist meir enn seks mál kann gerast avgerandi.
Tvey stig eru komin á føroysku kontuna, og tað kunnu føroyingarnir vera nøgdar við, hóast tað kanska kennist súrt beint eftir tap fyri risunum úr Montenegro.
Við Tjarnir (EM-undankapping, 2. umfar)
Føroyar - Montenegro, 26-32 (14-14)
Jana Mittún 6, Pernille Brandenborg 5, Súna Krossteig Hansen 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Maria Halsdóttir Weyhe 1, Elsa Egholm 1, Bjarta Osberg Johansen 1, Rannvá Olsen 1, Maria Pálsdóttir Nólsoy 1