Elias Kiel-toppskjútti í týðandi sigri

Elias Kiel-toppskjútti í týðandi sigri
Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur Kiel-toppskjútti, tá norðurtýskararnir vunnu á Melsungen og nærkaðust Bundesligatoppinum v
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði átta ferðir í sigrinum á Melsungen leygardagin
Mynd: THW Kiel  
 
19.10.2025 - 11:08

Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk aftur fremstur, tá Kiel vann á Melsungen á heimavølli og nærkaðist Bundesligatoppinum.

Føroyski spælskiparin skoraði átta ferðir og legði upp til eitt í dystinum í Wunderino-Arena, sum endaði við 31-29 sigri til teir sebrastríputu. 

Kiel legði hart út og var frammanfyri við fimm í steðginum, men í seinna hálvleiki nærkaðist Melsungen eitt sindur, men við millum annað nøkrum málum frá føroyinginum seint í dystinum var veruligur vandi ongantíð á ferð.

Við sigrinum kom Kiel upp á 3. pláss í Bundesliguni, eitt stig aftanfyri Flensburg, sum er nummar eitt. Í næsta umfar vitjar Kiel hjá Gummersbach, sum hevur fingið góða byrjan í ár og liggur nummar fýra.

Hinir báðir føroyingarnir spæla í dag. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vitja Stuttgart, og Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf skulu á vitjan hjá Minden.

 


Elias Ellefsen var aftur í miðdeplinum hjá Kiel, sum hesa ferð vann á Melsungen á heimavølli. Í samandráttinum omanfyri sæst okkurt mál hjá føroyinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590