Semja um at gera tunnilin millum Djúpadal og Sandvík

Semja um at gera tunnilin millum Djúpadal og Sandvík
Uppskotið um Suðuroyartunnilin fer til hoyringar fyrsta dagin
Aksel V. Johannessen, løgmaður, fer í hesi vikuni at senda uppskot til hoyringar um tunnilsleiðina millum Djúpadal og Sandvík, við atkomutunli til Skúvoyar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2025 - 08:16

Allir flokkar í løgtinginum taka undir við linjuføring 1A, sum er úr Djúpadali til Sandvíkar, og har borað verður upp í Skúvoy.

Summir flokkar hava kortini fyrivarni.

Tað váttaði Aksel V. Johannesen, løgmaður í Degi og viku gjárkvøldið:
 

28102025_Aksel


Fyri einari viku síðani vóru løgtingsfólk á kunningarfundi um tað nýggjasta í málinum um Suðuroyartunnilin.

Tey fingu yvirlit yvir fýra møguligar tunnilsloysnir, og fríggjadagin var freistin at svara. Tó fekk Framsókn freistina longda til í gjár.

 

Tunnilsleiðin 1A úr Djúpadali til Sandvíkar við atkomutunli til Skúvoyar verður mett at kosta 4,9 milliardir kr. 

 

Uppskot til hoyringar í hesi vikuni

Í gjárkvøldið sendi Løgmansskrivstovan miðlunum soljóðandi tíðindaskriv:

"Í farnu viku fingu øll løgtingsfólk kunning um avgerðarnotatið, sum P/F Suðuroyartunnilin og ráðgevin, Norconsult, hava latið úr hondum. Floksforfólkini í øllum flokkum á Løgtingi fingu til uppgávu at venda aftur við eini avgerð um, hvørja linjuføring flokkarnir mæla til.  

Allir flokkar í Løgtinginum hava nú svarað, og tað er greitt, at semja er um linjuføringina. Henda linjuføringin fer úr Djúpadali til Sandvíkar, men við atkomutunli til Skúvoyar (1A).

Tí verður henda linjuføringin grundarlagið undir lógaruppskotinum, ið eftir ætlan fer til hoyringar í hesi vikuni.

Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.

Talan er um eina verkætlan í tveimum pørtum og skal harvið samtykkjast í Løgtinginum tvær ferðir:

1) Fyrri parturin snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út samlaðu verkætlanina. Tað er hetta lógaruppskotið, ið verður sent til hoyringar hesa vikuna.

2) Tá fyrri partur er liðugur, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, og nýtt uppskot verður sostatt lagt fram fyri Løgtingið.

 

 

Gongdin í málinum

Ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum á Løgtingi hevur fylgt allari tilgongdini síðan lógaruppskotið um at fyrireika Suðuroyartunnil byrjaði.

Tann 10. juni 2025 varð avgerð tikin um at víðka politiska fylgibólkin til eisini at fevna um øll forfólk í flokkum á Løgtingi. Á hesum fundinum var semja gjørd, sum kann lesast niðanfyri:

 

Í niðurstøðuni stendur millum annað, at tað framhaldandi verður P/f Suðuroyartunnilin, sum skal standa fyri fyrireikingararbeiðinum, herundir at framleiða tilfar til politiska støðutakan.

Tann 4. september fekk politiski fylgibólkurin ávegis niðurstøðu um avgerðarnotatið hjá P/F Suðuroyartunlinum og Norconsult.

Í farnu viku, tann 20. oktober, bleiv endaliga avgerðarnotatið lagt fram fyri øllum løgtingslimum og landsstýrinum," sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivinum.  

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117