Kunnu ikki kappast á indiska marknaðinum uttan fríhandilsavtalu

Kunnu ikki kappast á indiska marknaðinum uttan fríhandilsavtalu
Hóast skipað var fyri handilsferð í India í fjør, er greitt, at indiski marknaðurin verður neyvan veruliga áhugverdur fyri føroyskar útflytarar, siga arbeiðsgevararnir
Indiski tollurin á flestu fiskavørum er meira enn 30 prosent uttan fríhandilsavtalu, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
 
28.10.2025 - 10:19

Føroyar kunnu ikki kappast á ndiska marknaðinum uttan fríhandilsavtalu. 

EFTA og Stórabretland hava seinasta árið gjørt nýggjar handilsavtalur við India, og sum skilst, kann handilsavtala millum ES og India gerast liðug fyri ársskiftið.

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur, at Vinnuhúsið í nógv ár hevur sagt, at Føroyar eru aftanfyri í altjóða handilssambondum, og gongdin bendir á, at munurin bara økist, sigur felagið. 

 

Á ferðini í India í fjør hitti løgmaður m.a. indiska uttanríkisráðharran, Dr. S. Jaishankar. 

 

Handilsferð til India

Í fjør var løgmaður á odda fyri handilsferð til India.

Tá var endamálið at styrkja sambondini millum føroyskt vinnulív og indiskar myndugleikar og fyritøkur. 

Men nú, tá okkara kappingarneytar fáa nógv betri marknaðaratgongd til indiska marknaðin, er greitt, at indiski marknaðurin verður neyvan veruliga áhugverdur fyri føroyskar útflytarar.

Ikki fyrr enn Føroyar eisini fáa fríhandilsavtalu, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Indiski tollurin á flestu fiskavørum er meira enn 30 prosent uttan fríhandilsavtalu, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290