Føroyskt hondbóltsfýrverk í Bundesliguni: Elias skeyt 14 mál

Føroyskt hondbóltsfýrverk í Bundesliguni: Elias skeyt 14 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 14 mál og legði upp til fýra onnur, tá THW Kiel í dag vann ein sera málríkan 43-35 sigur móti botnliðnum Bergischer HC. Sí video í greinini
Mynd: THW Kiel  
 
09.11.2025 - 21:20

Føroyska hondbóltsstjørnan, Elias Ellefsen á Skipagøtu, er stórspælandi í løtuni fyri týska stórfelagið THW Kiel. 

Í dag borðreiddi hann við føroyskum hondbóltsfýrverki, tá hann gjørdist toppskjútti við 14 málum í 43-35 stórsigrinum móti botnliðnum Bergischer HC. 

Og tað var veruliga hondbóltsfýrverk á skránni, tí Elias futtaði alt av. Har vóru fleiri av hansara eyðkendu djúpvatnsbumbum, ið eru óvanliga djúp undirhondsskot, gjøgnumbrotsmál, langskotsmál og eisini eitt mál upp á skjótálop, sum als ikki er vanligt. Elias sá eisini út til at vera óvanliga væl nøgdur við júst ta málið. 

 

Kostaði reytt kort

Mótstøðuliðið Bergischer HC royndi eitt sindur av hvørjum fyri at steðga fótfima føroyinginum, men lítið hjálpti.

Hinvegin sá tað út til at geva Eliasi enn meira áræði, og tað kostaði at enda eitt reytt kort. 

Men tá hevði føroyska stjørnan skotið bæði verju og málverja so mikið í ørviti, at tey vóru fullkomiliga uppgevandi.  

 

1,3 mál í miðal pr. minutt

43-35 eru samanlagt 78 mál, og tá ein dystur bara er 60 minuttir, so merkir tað, at 1,3 mál blivu skorað í miðal um minuttin, og tað er óvanliga nógv mál. 

Umframt at Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði 14 mál upp á 22 málmøguleikar, so legði hann eisini upp til fýra mál. 

Sigurin merkir, at Kiel er triðfremst í deildini við 18 stigum. Teir eru tvey stig aftan fyri oddaliðið Flensburg-Handewitt. 

Støðan, úrslit og annað kann síggjast her. 

 

Harra Álit

Ein onnur stór føroyska hondbóltsstjørna í týskum hondbólti, Hákun West av Teigum, og liðfelagar hansara í Füchse Berlin vunnu greitt 34-26 móti Leipzig á útivølli. 

Hákun West av Teigum, ið er Harra Álit av høgra vongi, fekk fimm málmøguleikar, og hann skoraði uppá allar. 

Füchse Berlin er fjórðfremst og beint í hølinum á Kiel í deildini við 16 stigum.

Triði føroyingurin í Bundesliguni, Vilhelm Poulsen, sum spælir í Hannover-Burgdorf, fekk ein 30-29 sigur við heim av útivølli móti Lemgo. Hannover er nummar 13 í deildini við átta stigum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357