Google ger íløgur í Týsklandi fyri 40 milliardir

Google ger íløgur í Týsklandi fyri 40 milliardir
Íløgan fer at skapa umleið 9.000 nýggj størv um árið næstu fýra árini
Google ger íløgur fyri milliardir í Týsklandi.
 
12.11.2025 - 15:11

KT-risin Google fer næstu fýra árini at gera íløgur í Týsklandi fyri 6,4 milliardir dollarar, sum svarar til umleið 40 milliardir krónur í okkara pengum.

Tað skrivar millum annað norska ríkisútvarpið.

Íløgan fer at skapa umleið 9.000 nýggj størv um árið næstu fýra árini, sigur Google.

Felagið skal byggja ein nýggjan datamiðdepil í Dietzenbach og miðdeplarnir í München, Frankfurt og Berlin skulu útbyggjast.

 

Fegnast um íløgurnar

Týski varakanslarin, Lars Klingbeil, sum eisini er fíggjarmálaráðharri, fegnast um íløgurnar og sigur, at tað er júst tað, sum Týsklandi tørvar beint nú.

Fyri stuttum kunngjørdu Telekom og Nvidia, at eisini tey byggja ein nýggjan datamiðdepil í München. Tann ætlanin fer at kosta umleið eina milliard evrur, ella slakar átta milliardir krónur.

Harumframt hevur ídnaðarfelagsskapurin Bitkom sagt seg væntað, at KT-feløg fara at gera íløgur í datamiðdeplar í Týsklandi fyri umleið 12 millardir evrur bara í ár. Tað svarar til millum 90 og 100 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423