Gidsel avgjørdi fyri Hákun og teir - Rakk ikki hjá Óla og GOG

Gidsel avgjørdi fyri Hákun og teir - Rakk ikki hjá Óla og GOG
Champions League: Mathias Gidsel skeyt avgerandi málini, tá Hákun West av Teigum og Füchse vunnu á Sporting, meðan Óli Mittún og GOG taptu fyri fjórðu ferð á heimavølli
 
20.11.2025 - 21:25

Tað reið leingi um snarið, tá Füchse Berlin vann á Sporting í Champions League, men eitt korter fyri tíð skeyt Mathias Gidsel avgerandi málini fyri Hákun West av Teigum og teir í høvuðsstaðarfelagnum, sum tískil framvegis hava fult stigatal í Champions League.

Heimaliðið var frammanfyri í Max-Schmeling-Halle mestsum allan dystin, men munurin var ongantíð stórur, og 12 minuttir fyri leiklok var javnt 24-24. Tá skoraði Mathias Gidsel trý á rað fyri Füchse Berlin, sum vann 33-29.

Fyri fyrstu ferð í longri tíð skeyt føroyski landsliðsvongurin einki mál fyri berlinfelagið, sum er fremst í sínum bólki við 16 stigum fyri átta dystir.

 

GOG fjórða heimatapið á rað

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu kjansin at spæla seg í góða støðu í sínum bólki, tá Wisla Plock vitjaði í Arena Svendborg. 

Føroyingurin skeyt fyrsta málið í fyrra hálvleiki, sum annars hilnaðis illa ímóti stóru verjuni hjá póllendingunum, sum vóru á odda 17-13 í steðginum.

Í seinna hálvleiki spældi fjónliðið munandi betri, og tá eitt korter var eftir at spæla var javnleikur 22-22. Hann helst sær til átta minuttir vóru eftir, tá útiliðið vann sær eina tepra leiðslu, sum helt dystin út.

Óli Mittún, sum skoraði trý og legði upp til fýra mál, minkaði um munin til 29-28, tá 58 minuttir vóru spældir, men Wisla Plock avgjørdi til 30-28. GOG liggur nú á 6. plássi í bólkinum ájavnt við PSG og frammanfyri Eurofarm Pelister og RK Zagreb.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609