926 fosturtøkur í Grønlandi í fjør

926 fosturtøkur í Grønlandi í fjør
Yngsta gentan, sum fekk fosturtøku í fjør, var 13 ár. Elsta kvinnan var 46 ár
Færri fosturtøkur vóru í Grønlandi í fjør enn árið fyri.
Mynd: Sermitsiaq  
 
25.11.2025 - 08:27

Í fjør vóru 926 fosturtøkur í Grønlandi.

Og tað vóru færri enn í 2023, tá talið var 1034.

Tað vísa tøl hjá landslæknanum í Grønlandi.

Yngsta gentan, sum fekk fosturtøku í fjør, var 13 ár. Elsta kvinnan var 46 ár.

Miðalaldurin var 27 ár.

 

Markið er 12 vikur

Markið er 12 vikur. Er farið út um 12 vikur, skal søkjast um loyvi.

Tað gjørdu 35 í fjør og 28 í 2023. Allar, sum søktu í fjør, fingu loyvi.

Átta kvinnur, sum søktu um undantak í fjør, vóru yngri enn 18 ár.

Í Føroyum vóru 42 fosturtøkur í 2023. Talið fyri 2024 er ikki tøkt enn.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558