Daniel avloysir Hjalmar í stjórasessinum á Vónini

Daniel avloysir Hjalmar í stjórasessinum á Vónini
Daniel Hákunsson Dam hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðani ársbyrjan 2021
Daniel Hákunsson Dam tekur við stjórastarvinum á Vónini 1. mars.
Mynd: Vónin  
 
25.11.2025 - 14:51

1. mars næsta ár fær Vónin nýggjan stjóra.

Hjalmar Petersen, sum hevur verið stjóri síðani 2001, hevur gjørt av at gevast, skrivar Vónin í tíðindaskrivi.

 

Hjalmar Petersen. (Mynd: Vónin)

 

Nýggi stjórin verður Daniel Hákunsson Dam, sum hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðani ársbyrjan 2021.

Daniel Hákunsson Dam er 35 ára gamal, úr Klaksvík og útbúgvin búskaparfrøðingur.

Vónin ger fiskireiðskap og aliútgerð, og hevur deildir í Noregi, Grønlandi, Kanada og Russlandi umframt fleiri serdeildir í Føroyum.

Á Vónini starvast 500 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129