Nevningating um álopið við Sandá verður í mars

Nevningating um álopið við Sandá verður í mars
Álkæruvaldið krevur mannin dømdan í trygdarvarðhald, og at hann verður vístur av landinum med alla
Nevningatingið skuldi vera í desember, men tað er útsett til í mars. (Savnsmynd)
 
26.11.2025 - 16:20

Tá 36 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at leggja á eina kvinnu á gøtuni við Sandá, skal í Føroya rætt í mars, hevur hann verið í næstan tvey ár í varðhaldi.

Ætlanin var at hava nevningatingið í desember, men tá lá ikki fyri hjá verjanum hjá manninum. 

Kvinnan, sum var álopin á gøtuni við Sandá á Argjum sunnukvøldið 28. apríl í fjør, var, sambært ákæruritinum, í lívsvanda.

Hann rýmdi, tá ein onnur kvinna kom fram á tey.

Maðurin noktar seg sekan.

 

Fer at krevja trygdarvarðhald

Ákæruvaldið fer ikki at krevja fongsulsrevsing, men trygdarvarðhald, ella forvaring.

Tað krevur eisini, at maðurin, sum er póllendingur, verður vístur av landinum med alla. Fyrivarni er fyri endurgjaldi.

Fýra dagar eru settir av til nevningatingið.

Maðurin var tikin stutt eftir hendingina, og hevur verið í varðhaldi síðani.

Hann skal nú vera í varðhaldinum, til nevningatingið verður í mars.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161