Russland: Enn er ov tíðliga at tosa um friðaravtalu við Ukraina

Russland: Enn er ov tíðliga at tosa um friðaravtalu við Ukraina
Friðingarsamráðingarnar, sum byrjaðu íSveis um vikuskiftið, halda fram í Abu Dhabi
Dmitrij Peskov er talsmaður hjá russisku myndugleikunum.
 
26.11.2025 - 14:01

Tað er ov tíðliga at tosa um eina friðaravtalu um Ukraina í næstum. 

Tað sigur Dmitrij Peskov, sum er talsmaður í Kreml, við russisku tíðindastovuna Interfax í dag, sambært Reuters-tíðindastovuni.

Útsøgnin kemur eftir at friðarsamráðingar, har bæði amerikanarar og evropearar vóru við saman við ukrainum og russum, byrjaðu í Sveis um vikuskiftið.

Samráðingarfólkini fóru heim at tosa við baklandið, men eru nú aftur farin at samráðast, hesa ferð í Abu Dhabi.

 

Russum dámdu betur upprunaligu ætlanina

Amerikanski forsetin hevði góðar vónir um at røkka einari friðaravtalu, men russar og ukrainar eru ójavnir á máli um tað. Russar vóru fegnir um upprunaligu ætlanina hjá USA, sum er í 28 punktum, men sambært ukrainum gav hon russum ov nógv og setti órímilig krøv til Ukraina, serliga um landaøki.

Hinvegin hevur Ukraina góðkent endurskoðaðu ætlanina, sum er í 19 punktum.

Og kanska er júst hetta eitt tekin um, at partarnir enn standa langt frá hvørjum øðrum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715