Marita: – Hetta er ordiliga stórt og eg eri glað fyri at vera við

Marita: – Hetta er ordiliga stórt og eg eri glað fyri at vera við
Marita Mortensen fekk loksins spælitíð móti Týsklandi, har hon skoraði trý mál. Hon vónar, at hon eisini fær ein leiklut í dystinum móti Serbia
03.12.2025 - 18:01

– Tað var ein stuttligur dystur at koma inn til. Eg fekk greið boð um at skjóta, og tað gav úrslit, so tað eri eg nøgd við, sigur bakspælarin Marita Mortensen, sum fekk fitt av spælitíð í dystinum móti Týsklandi í gjár.

Hóast Westfallenhallen er ein stór høll, og tað vóru nógvir áskoðarar til staðar, so bilti tað ikki hjá henni.

– Vit brúka eisini tekn við hondunum, so tað riggar, hóast tað var nógvur larmur í høllini, sigur hon smílandi.

Marita er sera fegin um loksins at sleppa upp í part, og nú vónar hon eisini at fáa ein leiklut í dystinum móti Serbia, sum verður ein harður dystur.

– Vit skulu taka tað góða við frá dystinum móti Spania, tí tá spældu vit sera klókt, sigur hon.

Fyri Maritu er tað ein stór uppliving at vera í Týsklandi í hesum døgum.

– Hetta er ordiliga stuttligt, og hetta er ordiliga stórt at vera við til eitt HM-endaspæl, sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373