Spritt nyttar ikki móti norovirus

Spritt nyttar ikki móti norovirus
Halt teg heima og vaska tær væl um hendurnar við sápu. Hesi eru bestu ráðini móti búkilskuni, ið ger um seg nú
 
08.12.2025 - 11:02

Ilt í búkinum, ússalig, kvalma, ongan matarlyst, og so gongur tað á báðar endar. 

Soleiðis er støðan hjá nógvum børnum og vaksnum í hesum døgum, tí tey hava fingið búkilsku. Og tað, ið ger um seg júst nú, er eitt virus, sum kallast norovirus.

Tað serliga er, at tað nyttar lítið at brúka spritt fyri at verja seg móti norovirus.

- Hondspritt riggar ikki móti norovirus, og tí skal mann brúka vatn og sápu at vaska sær um hendurnar við. Og tað skal mann gera í minst 30 sekund, sigur Poula Patursson, kliniskur diætistur og nevndarlimur í Kost- og føðslufelagnum.

Sambært henni smittar norovirus sera illa og er ringt at fyribyrgja. Tí er umráðandi, at fólk, sum starvast til dømis í eini kantinu ella fáast við matgerð aðrastaðni, taka síni fyrivarni, tí tey kunnu smitta nógvar persónar. 

- Er sjúkan heima, og tú ert frísk, so kanst tú kortini vera smittuberi. Tað vil siga, at tú tekur sjúkuna við tær, tá tú fert til arbeiðis, og tí skalt tú ikki koma ov skjótt aftur til arbeiðis, sigur Poula Patursson og vísir á, at mann eigur at lata 48 tímar ganga frá at sjúkueyðkennini eru hildin uppat, til tú fert til arbeiðis aftur.

Í morgunsendingini gevur Poula Patursson góð ráð fyri at sleppa undan norovirus, og hvussu tú sum skjótast kanst koma fyri teg aftur, um so er, tú fært smittuna.

1781251

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329