Valúrslit skulu kunngerast saman við úrslitum á størri valstøðum

Valúrslit skulu kunngerast saman við úrslitum á størri valstøðum
Dømi eru um fólk, sum hava sagt, at tey tora ikki at atkvøða eftir síni bestu sannføring, sigur Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at gera uppskot um at broyta vallógina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.12.2025 - 08:08

Sambandsflokkurin roynir nú aftur at fáa vallógina broytta, so valúrslitini í smáu valstøðunum vera almannakunngjørd saman við úrslitunum á størri valstøðum.

Flokkurin legði í gjár fram uppskot um, at løgtingið biður landsstýrið gera uppskot um at broyta vallógina.

Nøkur valstøð hava sera fáar veljarar.

Tí ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu, sigur Sambandsflokkurin. 

 

Tora ikki at atkvøða eftir sannføring

Dømi eru um fólk, sum hava sagt, at tey tora ikki at atkvøða eftir síni bestu sannføring, sigur Sambandsflokkurin.

Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, sigur Sambandsflokkurin.

Vallógin sigur, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar.

Sambandsflokkurin royndi eisini at fáa vallógina broytta í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585