Fyrsta albinohýsan skrásett í Føroyum

Fyrsta albinohýsan skrásett í Føroyum
Hýsuna eru vit von við í Føroyum. Men nú er fyrsta albinohýsan funnin her heima, og tað er nakað heilt serligt, sigur fiskifrøðingur
11.12.2025 - 19:16

Nógv áhugavert djóralív finst kring Føroyar.

Hýsuna kenna vit - men nú er fyrsta albinohýsan komin inn á Havstovuna.

Hetta er nakað heilt serligt, sigur Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni.

 

Fyrsta skráseting í Føroyum

- So vítt sum vit vita um, er hetta tann fyrsta albinohýsan, sum er blivin skrásett í føroyskum havøki, sigur Helga Bára Mohr Vang. 

Tað var Jón Bent Poulsen, sum fiskaði albinohýsuna fyri góðum mánaði síðani við línibátinum Anru.

Albinoýsan bleiv fiskað eystanfyri Svínoynna, og hetta er fyrsta av sínum slag, sum Jón Bent Poulsen hevur sæð í Føroyum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329