ES lænir Ukraina 673 milliardir næstu tvey árini

ES lænir Ukraina 673 milliardir næstu tvey árini
Ætlanin at brúka frystar russiskar pengar var slept, tí serliga Belgia stúrir fyri hevndaratgerðum úr Russlandi
ES-forsetin, Antonio Costa, og ukrainski forsetin, Zelenskyj, á toppfundinum í gjár.
Mynd: Stephanie Lecocq/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.12.2025 - 08:43

Nú eru 1.394 dagar, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Í nátt samdust ES-leiðararnir um at veita Ukraina eitt lán upp á 90 milliardir evrur - tað svarar til næstan 673 milliardir krónur - næstu tvey árini.

Avtalan var samtykt um tvey tíðina í nátt, og ES-forsetin, Antonio Costa, boðar frá á X, at stuðulin til Ukraina fyri 2026 og 2027 nú er tryggjaður.

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, sigur sambært NRK, at lánið er eitt greitt tekin til forsetan í Russlandi, Vladimir Putin.

 

Bart De Wewer. (Mynd: John Thys/AFP/Ritzau Scanpix)

 

 

Tvær loysnir

Á toppfundinum vóru tvær loysnir umrøddar:

Annaðhvørt at brúka frystar russiskar pengar í evropeiskum bankum - ella eitt felags ES-lán.

Meginparturin av frystu russisku pengunum er í Belgia, og forsætisráðharrin í landinum, Bart De Wever, stríddist ímóti loysnini at fara eftir russisku pengunum, tí hann stúrir fyri møguligum hevndaratgerðum úr Russlandi,  og tí bleiv ES-lánið loysnin.

- Stóra milliardalánið til Ukraina endar helst sum gáva frá ES, metir Olav Christensen, tíðindafólk hjá TV2:

 

19122025_Olav_Christensen

 

Hevði Ukraina ikki fingið henda stuðulin, hevði landið havt 45 til 50 milliardir evrur í halli longu næsta ár. 

Russland fegnast um, at frystu russisku pengarnir ikki verða brúktir. Ein sendimaður hjá Vladimir Putin kallar avgerðina ein sigur fyri Russland og eitt afturslag fyri leiðsluna í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882