Putin: Frystur peningur er rán

Putin: Frystur peningur er rán
Evropa torir ikki at brúka peningin, tí tey vita, at avleiðingarnar kunnu vera álvarsligar fyri ránsmenninir, sigur russiski forsetin
Putin á tíðindafundi í morgun.
Mynd: Alexander Nemenov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.12.2025 - 11:02

Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt í morgun ein drúgvan tíðindafund, har hann svaraði fleiri spurningum frá áhoyrarum og journalistum.

Putin var m.a. spurdur um avgerðina hjá ES, um ikki at brúka frystar russiskar pengar til at fíggja Ukraina í 2026.

- Teir hava ikki stolið alt enn, men teir royna støðugt. Higartil hevur tað ikki eydnast teimum, svarar forsetin.

Putin sigur, at hann heldur, at "stuldur" ikki er hóskandi lýsing av royndini hjá ES, tí myndugleikarnir í Evropa hava gjørt greitt, at teir vilja taka frysta peningin - uttan at fjala útyvir tað.

- Hetta er rán. Og hví eydnast teimum ikki at fremja hetta ránið? Tí avleiðingarnar kunnu vera álvarsligar fyri ránsmenninar, sigur Putin.

Russiski forsetin sigur eisini, at Russland er sinnað at fara í rættin fyri at verja síni áhugamál og frysta peningin í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213