Veljarakanning: Fólkaflokkurin tvífaldar tingsessirnar

Veljarakanning: Fólkaflokkurin tvífaldar tingsessirnar
Var val nú høvdu samgonguflokkarnir mist seks tingsessir, sum andstøðan hevði fingið
Fólkaflokkurin tvífaldar tingmannatalið í nýggjastu veljarakanningini. Hann hevði fingið seks tingsessir aftrat, um val var nú.
 
22.12.2025 - 10:53

Fólkaflokkurin hevði verið nógv størsti flokkur, og hevði fingið seks tingfólk aftrat, um løgtingsval var nú.

Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevði fingið 12 tingsessir, sum eru tvær ferðir so nógvir sum á valinum í 2022. Framgongdin er 16,7 prosentstig.

Sambandsflokkurin hevði fingið 20,9 prosent, sum er eitt lítið prosentstig meira enn á seinasta løgtingsvali, og flokkurin hevði varðveitt sínar sjey tingsessir. 

 

Flokkurin hjá løgmanni missir fýra tingfólk, vísir veljarakanningin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samgongan missir

Allir tríggir samgonguflokkarnir hava afturgongd. 

Javnaðarflokkurin hevði mist fýra tingsessir og fingið fimm. Tað eru 11,5 prosentstig minni enn á valinum í 2022.

Tjóðveldi hevði mist ein tingsess, og fingið fimm. Afturgongdin er 1,4 prosentstig samanborið við seinasta løgtingsval. 

Framsókn missir eisini ein tingsess og fær tveir. Afturgongdin hjá Framsókn er 2,1 prosentstig.

Miðflokkurin varðveitir báðar sínar tingsessir, vísir kanningin. Miðflokkurin hevði fingið 6,6 prosent av atkvøðunum, um val var nú, eitt prosentstig minni enn á valinum í 2022.

Sjálvstýri røkkur heldur ikki upp tinggáttina í hesi kanningini. 

 

 

Andstøðan fær seks tingsessir aftrat

Kanningin vísir, at samgonguflokkarnir høvdu fingið 36,8 prosent av atkvøðunum og  12 tingsessir. Tað eru seks færri enn nú.

Andstøðuflokkarnir høvdu fingið 62,1 prosent og seks tingsessir aftrat, ella tilsamans 21.

499 fólk eru spurd í kanningini, sum var gjørd 19. desember. 

12,6 prosent svara, at tey vita ikki, hvønn tey valt, 1,8 prosent høvdu atkvøtt blankt, og 1,7 prosent av teimum spurdu svara, at tey høvdu ikki farið á val.

Óvissurnar í kanningini eru millum 1,7 og 3,5 prosent. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098