Russiskir hermenn hóttir eftir lívinum

Russiskir hermenn hóttir eftir lívinum
Klagur frá hermonnum vísa, at teir verða sendir á hermótið brotnum beini, krabbameini og skizofreni
Í klagunum vilja hermenninir eisini vera við, at krígsfangar verða sendir á hermótið, júst sum teir komnir eru komnir aftur úr Ukraina. (Savnsmynd: Shutterstock.com)
 
02.01.2026 - 09:21

Russiskir hermenn verða hóttir eftir lívinum, nokta teir at vera við í loyniligum uppgávum.

Tað vísa skjøl, sum Kreml av misgáum hevur almannakunngjørt. 

The New York Times hevur fingið hendur á fleiri enn 6.000 klagum frá russiskum hermonnum og avvarðandi teirra, sum vísa, at hermenninir eru ónøgdir við at verða sendir á hermótið við brotnum beini, krabbameini og skizofreni, skrivar Berlingske. 

Í klagunum vilja hermenninir eisini vera við, at krígsfangar verða sendir á hermótið, júst sum teir komnir eru komnir aftur úr Ukraina. 

Ein av teimum, sum hevur klagað, sigur við New York Times, at hann sjálvur hevur sæð fólk í koyristóli, sum hvørki høvdu arm ella bein, verða send á hermótið.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213