Republikanarar taka frástøðu frá útsagnum hjá Trump um Grønland

Republikanarar taka frástøðu frá útsagnum hjá Trump um Grønland
Republikanskur limur í umboðsmannatinginum sigur, at útsagnirnar eru ræðuligar og niðrandi móti einum sameinda hjá USA
Don Bacon, limur í umboðsmannatinginum, finst hvassliga at tí, sum Trump, forseti, hevur sagt um Grønland.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix/Sermitsiaq  
 
07.01.2026 - 08:40

Fleiri republikanarar taka nú greiða frástøðu til útsagnirnar hjá Donald Trump, forseta, um at USA skal taka ræðið á Grønlandi.

Ein teirra er Don Bacon, limur í umboðsmannatinginum.

Í samrøðu við CNN sigur hann útsagnirnar vera ræðuligar. Hann vísir á, at Grønland er partur av NATO, og at Danmark er ein av bestu sameindu hjá USA.

- Mátin, vit bera okkum at ímóti okkara sameindu, er niðrandi og gevur ongar fyrimunir, sigur Don Bacon. Hann heitir á sínar egnu flokslimir um at siga Trump ímóti.

Eisini aðrir republikanarar tala at Trump.

Blake Moore úr Utah nevnir retorikkin um at leggja Grønland undir USA fyri "óneyðuga hættisliga" orðing, sambært The Wall Street Journal.

Demokratarnir hava samstundis boðað frá, at teir vilja tvinga eina atkvøðugreiðslu í kongressini, til tess at forða fyri møguligari amerikanskari innrás í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207