Elias byrjar inni, um upphitingin gongur væl

bannari
Elias byrjar inni, um upphitingin gongur væl
Føroyski spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, byrjar inni móti Sveis, um skaðin í høgru øksl ikki órógvar í upphitingini
Mynd: Savn  
 
16.01.2026 - 11:13

Føroysku fyrireikingarnar til EM-endspælið í Oslo fingu eitt skot fyri bógvin, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu stutt fyri jól gjørdist skaddur í høgru øksl.

Læknaboðini vóru, at tað fór at taka føroyska spælskiparanum 4 til 6 vikur at koma fyri seg. Síðani hevur tað verið ein bardagi móti tíðini at gerast klárur til fyrsta dystin hjá Føroyum, sum verður móti Sveis í kvøld.

Í upphitingini verður avgerð tikin um, hvussu stóran leiklut Elias Ellefsen á Skipagøtu fær í dystinum móti sveisarum. Gongur upphitingin væl, bendir alt á, at hann fer at skipa føroyska álopsspælið frá byrjan. Leggjast má eisini upp fyri, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki hevur spælt dyst í ein mánað, og at føroyska landsliðið skal spæla í minsta lagi tríggjar dystir í EM-endaspælinum.

- Tað er ein javnvág, sum skal finnast, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari.

18 spælarar manna føroyska hópin, sum er við til evropameistaraskapið í manshondbólti.

Til dystirnar eru 16 spælarar við, og í dystinum móti Sveis í kvøld sita Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal uttan fyri dystarhópin, sum Kringvarpið eisini skrivaði í gjár.

 

Turkiskir kenningar døma dystin

Tað vera Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz, sum døma fyrsta EM-dystin hjá føroyingum.


Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz úr Turkalandi døma dystin millum Føroyar og Sveis í kvøld. (Mynd: Trtspor)

 

Føroysku royndirnar við turkiska dómaraparinum eru ikki serliga góðar. Teir hava dømt Føroyar eina ferð fyrr, og tað var í seinna HM-undankappingardystinum móti Norðurmakedónia í mai 2024.

Føroyar vunnu 34-26 á heimavølli og taptu 34-26 á útivølli, tá turkiska dómaraparið dømdi dystin.

- Vit hava gjørt spælararnar varugar við, at hesir báðir døma dystin. Teir skulu ikki gerast kløkkir, tá teir renna seg inn í teir í høllini, men annars fyllir tað lítið og einki, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864