- Hetta er tá vit eru bestir

- Hetta er tá vit eru bestir
Føroyar spældu nærum lýtaleyst í søguliga EM-sigrinum á Montenegro. - Hetta er, tá vit eru bestir, staðfesti Hákun West av Teigum, sum var flúgvandi frá fyrsta bríksli
18.01.2026 - 19:33

Tað kemur mestsum ongantíð fyri, at Hákun West av Teigum ikki skorar í einum landsdysti. Júst tað, hendi kortini í javnleikinum ímóti Sveis fríggjakvøldið.

Høgri vongurin syrgdi fyri, at tað ikki kom fyri aftur, tá hann var flúgvandi frá fyrsta bríksli í søguliga stórsigrinum á Montenegro sunnudagin. Heili níggju mál skeyt Füchse Berlin-maðurin upp á sínar 14 royndir.

 - Hetta er, tá vit eru bestir, segði vongurin.

 - Tað merkir, at vit spæla soleiðis, sum vit hava fyrireika sjey ímóti seks, men tað merkir eisini, at vit hava so nógvar áskoðarar, sum stuðla okkum og geva okkum eitt risa boost.

Og tað er ikki løgi, at mestsum allir spælararnir taka viðhaldsfólkini fram uttan at vera spurdir. Unity-leikhøllin var sannur heimavøllur hjá Føroyum, og larmandi hvíta menniskjahavið sá út til at inspirera spælararnar til toppavrik.

Hákun West av Teigum hevði sum sagt ein óvanliga friðaligan dyst ímóti Sveis, har hann misnýtti allar tríggjar kjansirnar hjá sær. Tveir teirra vóru frá mestsum deyðum vinkli, skal sigast. Hann visti kortini, at hann fór at fáa fleiri møguleikar ímóti Montenegro.

 - Vit vita, at tá balkanliðini spæla, eru tey ikki altíð líka skipað, sum liðini úr Norðurevropa. So vit vistu, at hetta skjótt kundi gerast ein dystur, har teir tíðliga merkja, hvussu leikur ferð, tí teir kunnu vera keðiligir at spæla ímóti, men í dag megnaðu teir ikki at standa ímóti trýstinum frá áskoðarunum, segði Hákun West av Teigum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858