Hermenn farnir heimaftur - hava gjørt innleiðandi arbeiði

Hermenn farnir heimaftur - hava gjørt innleiðandi arbeiði
Herfólk vera kortini at síggja bæði í Nuuk og aðrastaðni í Grønlandi
Týskir og norski menn og yvirmenn, sum hava verið í Grønlandi, eru farnir heimaftur..
Mynd: Alessandro Rampazzo/AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.01.2026 - 13:30

Nakrir av hermonnunum, sum fóru til Grønlands í síðstu viku, eru nú á veg heimaftur. Talan er bæði um týskar og norskar hermenn og yvirmenn.

- Endamálið var at gera tað innleiðandi arbeiði at kanna møguleikarnar fyri víðari samstarvi við sameind um at styrkja trygdina í Arktis, sigur Stine Barclay Gaasland, fjølmiðlafólk í norska herinum.

Men at nakrir hermenn fara heimaftur, merkir ikki, at herfólk ikki verða at síggja í Nuuk og aðrastaðni í Grønlandi í framtíðini, skrivar DR.

Danska verjan skrivar, at í tíðarskeiðum fara bæði danskar og altjóða venjingar at vera í Arktis og Norðuratlantshavi.

 

Fleiri veningar í næstum 

Um vikuskiftið vóru F-35 stríðsflogfør yvir Grønlandi eins og flogfar, sum letur brennievni. Fleiri tílíkar venjingar vera á sjónum og á landi í Grønlandi í næstum, skrivar danska verjan. 

- Kannað verður, um til ber at gera NATO-venjingar í Grønlandi, sum ætlaðar vóru at gera aðrastaðni. Á henda hátt vísir man eisini amerikanarunum, at NATO er til staðar, og tí eru russarar ikki vandamiklir, sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuháskúlanum.

Umframt Danmark hava Svøríki, Noreg, Finnland, Týskland, Frakland, Ongland, Holland og Belgia sent hermenn ella yvirmenn til Grønlands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173