Trump mannar friðarráð fyri Gasa

Trump mannar friðarráð fyri Gasa
Umleið 60 lond eru boðin við at vera í friðarráðnum. Noreg og Svøríki hava ikki tikið av, og Danmark hevur onga innbjóðing fingið
Donald Trump, forseti, við skjalinum um friðarráðið fyri Gasa. Aftanfyri síggjast nøkur av teimum, sum hava skrivað undir skjalið, og sum vera við í ráðnum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2026 - 15:25

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur mangt og hvat á skránni undir búskapartoppfundinum í Davos í Sveis.

Í morgun hevur hann kunngjørt friðarráðið, sum skal standa fyri at endurbyggja Gasageiran og tryggja frið har.

DR skrivar, at funnist hevur verið at amerikanska forsetanum fyri, ráðið skal vera kappingarneyti hjá ST.

Umleið 60 lond eru boðin við vera í friðarráðnum hjá Trump. Ein røð av londum hava tikið av innbjóðingini, og vóru fyrr í dag til hátíðarhald í Davos.

Millum leiðararnar, sum eru við, eru ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, og argentinski forsetin, Javier Milei.

Lond sum Noreg, Svøríki, Frakland og Slovenia hava ikki tikið av innbjóðingini, meðan Danmark onga innbjóðing hevur fingið. 

Nógvir aðrir leiðarar hava fingið í boði at vera við, men hava ikki gjørt av, um teir skulu vera við í friðarráðnum fyri Gasa.

Teirra millum eru russiski forsetin, Vladimir Putin, kinesiski forsetin, Xi Jinping, og Leo pávi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375