Skifta verksmiðjuna á Norðborg - ov dýrt at byggja nýtt skip

Skifta verksmiðjuna á Norðborg - ov dýrt at byggja nýtt skip
Mest fekk arbeiðið í kapping við útlendskar skipasmiðjur
Norðborg skal hava nýggja verksmiðju, og arbeiðið fer at taka umleið hálvt ár.
 
26.01.2026 - 10:56

Uppisjóvarskipið Norðborg fer at liggja á Havnini næsta hálva árið, meðan verksmiðjan verður skift.

Jón Rasmussen, formaður í nevndini hjá Christiani í Grótinum, sigur, at tað er alneyðugt at skifta verksmiðjuna.

Norðborg er 16 ára gomul, og einki er skift á verksmiðjuni hesi árini. 

Upprunaliga ætlanin hjá Christiani í Grótinum var at lata eina nýggja Norðborg byggja, men tann ætlanin var slept, tí tað gjørdist ov dýrt. Nýtt skip hevði kostað meira enn 800 milliónir kr. 

Arbeiðið verður gjørt á Mest, sum fekk arbeiðið í kapping við útlendskar skipasmiðjur.

Tilsamans kosta arbeiðið og nýggja verksmiðjan umleið 140 milliónir krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26012026_Jon_Rasmussen_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360