G! festivalurin: Frá frekum bretskum poppi til skitið føroyskt rapp

G! festivalurin: Frá frekum bretskum poppi til skitið føroyskt rapp
Lynks og Jerub úr Onglandi, og Guðrið Hansdóttir og Bolstad úr Føroyum. Tað eru ársins fyrstu fýra nøvn, ið G! kunngerð til festivalin í ár
Jerub, Guðrið Hansdóttir, Bolstad og Lynks eru í dag kunngjørd til at spæla á G! 2026
 
27.01.2026 - 13:55

G! festivalurin hevði ikki verið G! festivalurin uttan kant og fjølbroytni, og fýra tey fyrstu nøvnini, ið festivalurin kunngerð í 2026, hava og eru júst tað.

Tey eru fjølbroytt og hava kant og spenna víða, tí har er alt frá orkumiklum og hjartanemandi bretskum poppi til heiðurslønt føroyskt lagsmíð og rátt rapp, skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi. 

Hesi fýra nøvnini leggjast aftur at eitt nú Frændur, Fantastic Negrito (US), Tunghoyrt og Irah (UK), ið longu eru kunngjørd. 

 

LYNKS (UK)

Lynks úr Onglandi kemur við búnum og skortum, og vit sleppa at uppliva nakað sum ferðast millum framførslulist og popp, skrivar G! í tíðindaskrivi. 

Tónleikurin er fangandi poppur við punkuttum kanti, og tekstirnir, ið snúgva seg um at vera ungur og queer, eru bæði erligir og skemtiligir.

Konsertirnar eru frískligar og orkumiklar við stevjøvnum dansi í ovurmát.

 

JERUB (UK)

Aftur í ár borðreiður G! festivalurin við einum lovandi stjørnuskoti úr Onglandi. Í fjør var Lewis Fitzgerald, ið hevði eina góða og sjarmerandi framførslu á Sandinum, og fyrraárið var tað Jamie Grey. 

Jerub er føddur í Nigera og uppvaksin í Nottingham.

Hann hevur longu tíggjutals milliónir av stroymingum, og hevur framført beinleiðis í sjónvarpi hjá BBC.

Í november 2025 gav Jerub út sína fyrstu heildarútgávu, "The Wonder Years".

Løgini eru fangandi og tekstirnir sera kenslubornir, men fram um alt, so hevur Jerub eina heilt sermerkta sangrødd, skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi. 

 

GUÐRIÐ HANSDÓTTIR (FO)

Hin fólkakæra Guðrið Hansdóttir verður eitt av føroysku høvuðsnøvnunum á G! festivalinum.

Guðrið hevur, sum G! festivalurin eisini staðfestir í tíðindaskrivi, langt síðani sungið seg inn í okkara hjørtu við síni vøkru rødd og fleiri sterkum plátum.

Hin seinasta útgávan, "Gult myrkur", vann FMA fyri bestu útgávu og besta tekst í 2023.

Longu nú er Guðrið aftur ávegis við nýggjari útgávu, sum eitur "Sýrublað", har ferðin verður sett nakað upp.

20251215_NET_GUDRID_HANSDOTTIR_NYGGJ_PLATA

 

LES EISINI: "Guðrið spælisjúk á nýggjari plátu"

 

Plátan er framleidd av Høgna Lisberg og hevur, sambært Guðrið sjálvari, ein frískligan, knasandi, grønan og til tíðir sýruttan tóna, sum heitið eisini ber brá av. Tekstirnir hevur Beinir Bergson skrivað.

Fyrsta staklagið, "Oyralippan", er júst útkomið, fleiri stakløg koma í næstum og øll útgávan verður tøk 10. apríl.

 

 

Bolstad (FO)

Bolstad gjørdi veruliga vart við seg, tá ið hann framførdi á Sement. Her var talan um ein rappara, har orðini flutu óvanliga væl, skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi.

Stílurin er skitin og ráur, og er als eingin roynd at tekkjast breiðu fjøldini við at gera tað popputt.

 

Orðini er samfelagsrevsandi, og hann ræðist ikki at taka upp evnir, sum vit ofta tega burtur í Føroyum.

Stílurin er av tí gamla skúlanum, men eingin hevur nakrantíð rappað sum Bolstad á hesum klettunum. 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16. - 18. juli


Higartil kunngjørd tónleikanøvn:
Frændur (FO) 
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Irah (UK)
Jebra (UK)
Tunghoyrt (FO)
Lynks (UK)
Bolstad (FO)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379