Mótmæli móti ICE gera mun - Bovino fer úr Minneapolis

Mótmæli móti ICE gera mun - Bovino fer úr Minneapolis
Ovastin fyri marknavørðirnar fer úr býnum, men Gregory Bovino verður framvegis leiðari fyri Border Patrol í USA
Mótmælisfólk í Minneapolis fegnast um, at ovastin fyri marknavørðirnar, Gregory Bovino, nú fer úr býnum.
Mynd: Seth Herald/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2026 - 14:17

Mótmæli hava verið um alt USA móti framferðini hjá innflytaramyndugleikanum, ICE, og nú sær út til, at tey hava fingið ávirkan. 

Mótmælini hava serliga verið í statinum Minnesota, eftir at ICE-agentar skutu og drupu amerikanska ríkisborgaran, Alex Pretti, leygardagin. 

Hetta var annar skottilburður henda mánaðin, har ICE skeyt og drap ein av íbúgvunum í Minneapolis. 7. januar doyði Renee Good eisini á hendan hátt.

Hetta sær út til at hava við sær, at ovastin fyri marknavørðirnar, Gregory Bovino, fer úr Minneapolis, og letur uppgávuna at stýra ICE-agentunum har frá sær. Hann heldur tó fram sum leiðari fyri Border Patrol í USA sum heild. Í hansara stað kemur Tom Homan, sum stóð á odda fyri ICE í fyrra valskeiðnum hjá Trump, og sum verður  "markna-tsarurin." 

 


ICE hevur dripið tveir borgarar í Minneapolis í hesum mánaðinum. (Mynd: Brandon Bell/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Taka væl ímóti tíðindunum

Í Minnesota verða tíðindini um, at Gregory Bovino fer, væl móttikin. Statsadvokaturin í Minnesota segði við CNN í gjárkvøldið, at Minnesota-búgvar hava fingið meir enn nóg mikið av Bovino. 

Borgarstjórin í Minneapolis sigur seg vera fúsan at samstarva við marknaðar-"tsarin" Tom Homan - um so er, at hann fer at byrja ein konstruktivan dialog og finna felags stev, skrivar danska TV2.

CNN og Fox News skriva, at fundur verður millum Tom Homan og borgarstjóran í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945