Samráðingarnar um Grønland taka støði í verjuavtalunum

Samráðingarnar um Grønland taka støði í verjuavtalunum
Rammuavtalan byggir á verjuavtalurnar frá 1941 og 1951 millum USA og Danmark, og fer at styrkja trygdina hjá USA, NATO og Grønlandi, sigur serligi amerikanski sendimaðurin
Jeff Landry er serligur sendimaður hjá USA í Grønlandi.
Mynd: The Boston Globe  
 
29.01.2026 - 14:56

Støðið verður tikið í verjuavtalunum frá 1941 og 1951 millum Danmark og USA, sigur serligi sendimaðurin hjá USA í Grønlandi, Jeff Landry, um trygdaravtaluna, sum USA, Danmark og Grønland samráðast um í hesum døgum.

- Rammuavtalan byggir á verjuavtalurnar frá 1941 og 1951 millum USA og Danmark, og fer at styrkja trygdina hjá USA, NATO og Grønlandi, umframt at staðfesta langtíðar verjuskyldurnar handan Atlantshavið, sigur hann við The New York Times.

 

Kunnu gera sum teir vilja

Eftir 70 ára gomlu avtaluni kunnu amerikanskar verjudeildir mestsum gera, sum tær vilja í Grønlandi, so leingi tær ikki gera seg inn á suverenitetin hjá danska kongsríkinum í Grønlandi.

Samráðingar millum USA, Danmark og Grønland um eina trygdaravtalu fyri Grønlandi byrjaðu í gjár, váttaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í hoyring í amerikanska senatinum, skrivar AP-tíðindastovan.

Í næstum vera fleiri fundir í arbeiðsbólkinum, sum Danmark, USA og Grønland hava sett, segði danski uttanríksráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fyrr í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037