HM-lagnan hjá føroysku hondbóltsmonnunum verður avgjørd í dag

HM-lagnan hjá føroysku hondbóltsmonnunum verður avgjørd í dag
Seinnapartin verður greitt, hvørjum føroysku menninir skulu stríðast um HM pláss í móti mitt í mai. Dystirnir verða spældir 13/14 mai og 16/17 mai - heima og úti
Mynd: Kolektiff  
 
31.01.2026 - 09:25

Hóast føroysku hondbóltsmenninir hava havt stóra framgongd og vóru um reppi at spæla seg í EM-miðumfari í Oslo, so hava menninir ongantíð luttikið í einum HM-endaspæli - tað hava kvinnurnar, har tær spældu seg í miðumfari. 

Føroysku hondbóltsmenninir vóru nær við fyri tveimum árum síðani, tá teir spældu móti Norðurmakedónia. Føroyar smurdu Norðurmakedónia av við sjey málum í Høllini á Hálsi, men taptu tíverrri við átta málum á útivølli í Skopje. 

 

Mótstøðuliðið avgjørt seinnapartin

Seinnapartin verður luttakast um, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í royndini at spæla seg til HM-endaspælið. 

Av tí, at hondbóltsmenninir stóðu seg so væl til EM-endaspælið, so skulu Føroyar bara spæla eitt undankappingarumfar til HM hesumferð, heldur enn tvey, sum tað ofta hevur verið. Orsøkin er, at Føroyar verða styrkismettar til undakappingarumførini til HM. 

 

Ovara styrkisbólkur:

Frakland, Slovenia, Noreg, Ungarn, Spania, Sveis, Norðurmakedonia, Niðurlond, Eysturríki og Føroyar

 

Niðara styrkisbólkur:

Kekkia, Italia, Bosnia Hersegovin ella Kosovo, Georgia ella Ísrael, Ukraina ella Slovakia, Serbia ella Litava, Pólland ella Lettland, Turkaland ella Rumenia, Grikkaland ella Belgia, Finnland ella Montenegro

 

Agnar Prestá, ítróttarjournalistur á Portalinum, heldur, at sleppa Føroyar undan Serbia, Póllandi og Kekkia í lutakastinum, og kanska sleppa at spæla útidystin fyrst, so eiga vónirnar at vera góðar til, at føroysku hondbóltsmenninir loksins sleppa at spæla eitt HM-endaspæl. 

 

Føroyar kunnu møta eitt av  hesum liðunum:

Kekkia
Italia
Vinnarin í Bosnia & Herzegovina - Kosovo
Vinnarin í Georgia - Ísrael
Vinnarin í Ukraina - Slovakia
Vinnarin í Serbia - Litava
Vinnarin í Pólland - Lettland
Vinnarin í Turkaland - Rumenia
Vinnarin í Grikkaland - Belgia
Vinnarin í Finnland - Montenegro 

Spælt verður einaferð á útivølli og einaferð á heimavølli - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í Týsklandi um eitt ár., 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786