Anni er millum bestu fríkavarar í ríkinum

Anni er millum bestu fríkavarar í ríkinum
- Mær dámar hetta so væl, at eg havi innrættað alt mítt lív eftir ítróttinum, sigur Anni Højgaard, sum er fríkavari
 
04.02.2026 - 11:24

Seks minuttir. 

So leingi klárar Anni Højgaard úr Runavík at vera undir vatni uttan at fara upp at anda. 

Anni Højgaard er útbúgvin sjúkrasystir og arbeiðir sum tað í Danmark, men størsta partin av tíðini livir hon sum ein toppatletur. Anni Højgaard hevur nevniliga eitt frítíðarítriv, sum krevur nógv av sær. Hon er fríkavari og venur og kappast bæði í svimjihyli og í sjónum. 

Tað longsta, hon hevur klárað at kava niður í sjógvin við einum andadrátti, eru 60 metrar.

Hóast tað bert eru fýra ár, síðani hon byrja at venja sum fríkavari, hevur hon longu luttikið í fleiri kappingum í Danmark, har hon hevur staðið seg sera væl og vunnið gull og silvur.

- Tá eg byrjaði, visti eg alt fyri eitt, at hetta var nakað, sum mær dámdi, og sum eg eisini kláraði meg væl í, tí fyrstu ferð kláraði eg lættliga at vera undir í tríggjar minuttir, áðrenn eg skuldi upp at anda aftur, sigur Anni Højgaard, sum umframt at brúka nógva tíð í svimjihyli eisini venur joga og andadráttsvenjingar.

At vera fríkavari krevur, at tú ert væl fyri og hevur virðing fyri møguligum vandastøðum, og tekur tú øll neyðug trygdaratlit, er fríkaving ein sunnur ítróttur, heldur Anni Højgaard.

- Eg plagdi at vera ein týpa, sum lættliga bleiv stressað og nervøs um ymiskt, men nú eri eg púra rólig og eri blivin mentalt sera væl fyri, sigur Anni Højgaard.

Í morgunsendingini greiðir Anni Højgaard frá serliga frítíðarítrivinum, hvussu hon venur, og hvat tað gevur sær at vera fríkavari.

1791877

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Fríggjadag 6. februar
Morgunlestur fríggjadagur 6.februar 2026
203555
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma: Morgun
203725