Landsverk: Suðuroyartunnilin verður kroystur ígjøgnum

Landsverk: Suðuroyartunnilin verður kroystur ígjøgnum
Stovnurin heldur, at myndugleikagóðkenning eigur at verða avgreidd, áðrenn farið verður víðari við projektering og útboði av tunlinum
Nógv samskifti hevur verið millum Løgmansskrivstovuna og Landsverk um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2026 - 13:17

Landsverk sigur seg ikki hava fingið nóg gott tilfar til at kunna góðkenna Suðuroyartunnilin.

Í høvuðsheitum, tí óheftir partar ikki hava gjørt tilfarið.

Tað er annars ein treyt í slíkum førum.

Hetta hevur tunnilsfelagið fingið at vita tvær ferðir frá Landsverki.

Tað sæst í svari frá Landsverki til Løgmansskrivstovuna, sum spurdi, hvat Landsverk meinar við, tá stovnurin sigur, at tilfarið ikki er nøktandi til góðkenningararbeiðið.

 


Landsverk sigur, at stovnurin ikki vil enda í einari støðu, har hann bert góðkennir eina longu tikna politiska avgerð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Verður skundað ígjøgnum

Í samskifti millum Løgmansskrivstovuna og Landsverk, sigur Landsverk, at arbeiðið við Suðuroyartunlinum verður skundað ígjøgnum, hóast grundleggjandi spurningar framvegis standa ósvaraðir.

Stovnurin heldur, at myndugleikagóðkenning eigur at verða avgreidd, áðrenn farið verður víðari við projektering og útboði av tunlinum. Sambært Landsverki er tíðarramman ov stutt, og tí er grundarlagið ikki nóg búgvið til næsta stig í verkætlanini.

Landsverk staðfestir eisini, at tey ikki hava fingið allar neyðugar upplýsingar frá tunnilsfelagnum, og at nógv ivamál um trygd og loysnir framvegis standa ósvarað.

Serliga er tað trygdin, sum Landsverk fylist á. Landsverk vísir á, at tað enn er ógreitt, hvørjar reglur skulu vera galdandi - føroyskar ella ES-direktiv - og hvørjar loysnir skulu veljast, eitt nú við sprinklarum, ventilatión og rýmingarleiðum. Landsverk heldur, at hesir spurningar eiga at verða avkláraðir, áðrenn arbeiðið heldur fram. 

Samstundis ger Landsverk greitt, at stovnurin ikki vil enda í einari støðu, har hann bert góðkennir eina longu tikna politiska avgerð. 

 

Tunnilin kroystur ígjøgnum

Harafturat ávarar Landsverk um stóra óvissu, tá tað snýr seg um kostnaðin. Endaligi prísurin er treytaður av óavkláraðum trygdarloysnum og jarðfrøðiligum viðurskiftum, og stovnurin sigur beinleiðis, at kostnaðurin kann broytast munandi - alt eftir hvørjar loysnir verða valdar.

Í stuttum sigur Landsverk, at Suðuroyartunnilin verður kroystur ígjøgnum, hóast grundleggjandi ivamál eri um trygd, linjuføring, og eftirlýsir eisini, at málið um Suðuroyartunnilin verður lýst sum ein samlað verkætlan, eitt nú við loysnum viðvíkjandi tilhoyrandi vegakervi og tunlum í Sandoynni og Suðuroynni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Morgunlestur leygardagur 14.februar 2026
203861
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117