Rúsevnismálið: Fingu 12 ára fongsulsrevsing

Rúsevnismálið: Fingu 12 ára fongsulsrevsing
Dómurin samsvarar við kravið frá ákæruvaldinum. Verjarnir hava skotið dómin inn fyri landsrættin
Dómarin fylgdi kravinum frá ákæruvaldinum um 12 ára fongsulsrevsing. Dómurin er longu skotin inn fyri landsrættin.
 
11.02.2026 - 15:10

12 ára fongsulsrevsing.

Tað var niðurstøðan, sum Føroya rættur kom til, tá dómur var sagdur í stóra rúsevnismálinum, sum Føroya rættur viðgjørdi í gjár.

Dómurin samsvarar við kravð frá ákæruvaldinum.

Tá dómarin fyri einum tíma síðan las dómin upp í Føroya rætti, staðfesti hann, at hann er samdur við ákæruvaldinum um, at henda brotsgerðin skal revsast hart.

Annika Bolton Mortensen fekk orð á Inga Midjord, ákæra, beint eftir at dómurin var sagdur, og Ingi Midjord er væl nøgdur:

 

11022026__Ingi

 

Ingi Midjord sigur í samrøðubrotinum,  at teir báðir ´ákærdu fingu 12 ár og sjey mánaðir og 12 ár og tríggjar mánaðir, sum er meira enn tað, sum ákæruvaldið kravdi. 

Og tað er tað ein orsøk til. 

Hon er, at báðir menninir vóru royndarleyslatnir, og tað, sum fer út um tey 12 árini, sum teir vórðu revsaðir við í dag, er tað, sum var eftir av undanfarnum dómum.

Verjarnir skutu alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin. Teir dømdu skulu báðir vera í varðhaldi, til málið kemur fyri landsrættin. 

Málið snúði seg um, teir báðir ákærdu at at teir báðir høvdu smuglað evnið Pinaca til Føroya. 

Sambært ákæruritinum er talan um 7,2 litrar av 5F-ADB, sum vóru fjaldir í sodavatnsblikkum í einum bili, sum kom við Norrønu til Føroya á sumri í fyrraárið. Nøgdin er somikið stór, at hon svarar til 21 kilo og 191 gramm av MDMA ella fýra kilo og 450 gramm av kokaini ella 18 kilo og 179 gramm av amfetamini.

Frammanundan er sagt, at Pinaca verður brúkt til at gera rúsevni við, men tað er ikki rætt. Pinaca er eitt rúsevni í sjálvum sær, og teir 7,2 litrarnir vóru klárir at brúka, tá teir komu til Føroya. Pinaca verður roykt í e-sigarettum og er so vandamikið, at bara nakrir fáir guvar kunnu gera sera stóran skaða, sigur løgreglan.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373