Skjóta upp at lækka kolvetnisskattin niður í 18 prosent

Skjóta upp at lækka kolvetnisskattin niður í 18 prosent
Tvey tingfólk úr hvørjum flokki í andstøðuni hava lagt uppskotið fram
Kolvetnisskatturin skal vera tann sami sum partafelagsskatturin, 18 prosent, siga uppskotssetararnir. (Savnsmynd)
 
19.02.2026 - 08:21

Fyri at fáa gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar, eigur kolvetnisskatturin at lækka úr 27 prosentum niður í 18 prosent, sum er vanligur partafelagsskattur.

Tvey tingfólk úr hvørjum flokki í andstøðuni hava lagt fram uppskot um at lækka kolvetnisskattin.

Uppskotið sigur oljuvinnuni, at Føroyar taka væl í móti nýggjari oljuleiting, siga tingfólkini. 

Tey vísa eisini á, at upprunaliga var kolvetnisskatturin tann sami sum partafelagsskatturin.

Tey siga, at sambært uppskotinum fer markskattatrýstið á oljuskattainntøkum úr 56,2 prosentum niður í 50,8 prosent. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum, og Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum eiga uppskotið.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525