Jana Mittún: Stórur spenningur undan lykladystum

Jana Mittún: Stórur spenningur undan lykladystum
Eftir væleydnaða HM-endaspælið í desember skal kvinnulandsliðið aftur í eldin. Tveir týðandi EM-undankappingardystir ímóti Portugal eru á skránni hesa vikuna
02.03.2026 - 18:25

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla tveir lykladystir ímóti Portugal í EM-undankappingini hesa vikuna, og spenningurin í hópinum er stórur.

 - Tað er eitt sindur síðan vit hava verið saman, so vit eru glaðar fyri at vera saman aftur. Tað er nógvur spenningur, og vit vilja fegnar sleppa at spæla aftur fyri Føroyar, segði Jana Mittún undan fyrstu venjingini sunnudagin.

Føroyar fóru undir EM-undankappingina í heyst, tá tað eydnaðist at vinna á Íslandi á útivølli áðrenn tap fyri Montenegro við Tjarnir. Síðan gekk leiðin til HM-endaspælið, har Føroyar vunnu á Spania og Paraguay og spældu seg í miðumfarið.

Fýra dystir eru eftir í undankappingarbólkinum, har Montenegro hevur fýra stig, Føroyar og Portugal tvey, og Ísland einki. Tí kunnu Føroyar spæla seg í eina góða støðu undan síðsta umfarinum í apríl, um tað eydnast at fáa stig í dystunum ímóti Portugal.

 - Tær eru ikki so skipaðar, sum onnur lið, sum vit plaga at møta, men tær hava kvalitet í álopinum, spælarar, sum hava nógv at bjóða sum einstaklingar. Tær koma eisini við skotstyrki útifrá, sum vit skulu ansa okkum fyri, segði hjálparvenjarin Simon Olsen.

 

Bjarta og Pernille darvaðar av skaða

Hópurin er í góðum standi, hóast smáskaðar gera um seg. Ivi er kortini um royndu strikuspælararnar Bjartu Osberg Johansen og Pernille Brandenborg. 

Bjarta Osberg Johansen meiddi sær hondina í steypasigrinum hjá Kyndli á VÍF, og tá landsliðið vandi sunnudagin var eitt sindur óvist, hvussu stóð til.

Pernille Brandenborg hevur verið nógv uttanfyri síðan árskiftið, men sunnukvøldið skeyt liðskiparin trý mál og dysti fyri Storhamar, og tað er kanska ein ábending um, at hon er før fyri at spæla við Tjarnir.

Um ikki, verður helst boð eftir Vár B. Zachariassen undir liðini á tvíburðasytrini Lív. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521