Vindmyllurnar í Húsahaga verða helst tiknar niður

Vindmyllurnar í Húsahaga verða helst tiknar niður
Elveitingareftirlitið góðtekur ikki, at SEV skal sleppa at umvæla myllurnar, og lata brúkarar hjá SEV rinda eyka fyri tað
Nógv bendir á, at allar 13 vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga verða tiknar niður.
 
06.03.2026 - 09:16

Nógv bendir á, at vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga verða tiknar niður, og harvið enda sum ein fíggjarlig fiasko.

SEV fær ikki loyvi at umvæla myllurnar, og lata brúkarar hjá SEV rinda eyka fyri tað.

Myllurnar vóru tiknar í nýtslu í oktober 2014, og skuldu framleiða bíligan, grønan streym. 

Men í longri tíð hava tær 13 vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga staðið stillar. Stór, tøknilig brek eru við teimum, allir generatornarnir mugu skiftast.

 

Umvælingin kostar 52 milliónir

Sambært dótturfelagnum hjá SEV - P/F Vindfelagið í Húsahaga - kostar umvælingin 52 milliónir krónur. Fýra generatorar kunnu skiftast um árið, og arbeiðið kann tí gerast eftir trimum ella fýra sumrum. 

Men eingir pengar eru í vindfelagnum, sum tí noyðist til móðurfelagið SEV eftir hjálp - eftir ætlan 39 milliónum í láni og 13 milliónum í nýggjum eginpeningi. 

Eisini skulu umvældu vindmyllurnar mala nøkur ár longur, enn vindmylluloyvið upprunaliga er givið til.

Og so skal kilowatt-prísurin, sum vindfelagið avroknar eftir til SEV, ikki lækka - sum annars var avtalað, tá SEV á sinni vann útboðið um at seta upp vindmyllur í Húsahaga. Tvørturímóti skal avrokningarprísurin hækka. Hvør kilowatt-tími skal kunna seljast dýrari.

 

Elveitingareftirlitið sigur nei

Men Elveitingareftirlitið, sum er myndugleiki á økinum, sigur nei.

Hesar fortreytir eru ov langt frá fortreytunum, sum vóru galdandi, tá vindmylluloyvið var latið. 

Og skal SEV veita vindfelagnum lán og nýggjan eginpening, skal tað gerast eftir handilsligum treytum og marknaðarrentu. Annars er talan um sonevndan "kross-stuðul". Tað merkir á vanligum føroyskum, at aðrar inntøkur hjá SEV verða brúktar til at halda vindmyllurnar í Húsahaga malandi.

Vindfelagið í Húsahaga hevur tí fingið umsóknina aftur í høvdið. Dótturfelagið hjá SEV sleppur ikki at umvæla myllurnar fyri 52 milliónir krónur og - sagt eitt sindur fýrkantað - lata brúkararnar hjá SEV rinda eyka fyri tað.

Felagið hevur biðið um - og fingið - longda freist at gera sínar endaligu viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Elveitingareftirlitinum.

Freistin er síðst í mars.

Sí samrøðu við Boga Bech Jensen, nevndarformann í P/F Vindfelagnum í Húsahaga, sum var gestur í sjónvarpsstovuni:

 

SEV_VINDMYLLUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655