Afturbering til hitapumpur og jarðhita hevur kostað 134 milliónir

Afturbering til hitapumpur og jarðhita hevur kostað 134 milliónir
Frá 2015 til 2024 vóru 2.368 jarðhitaskipanir gjørdar, og í sama tíðarskeiði vóru 2.075 luft-til-vatn hitapumpur settar upp
Frá 2015 til 2024 vóru 2.368 jarðhitaskipanir gjørdar. (Savnsmynd)
 
12.03.2026 - 07:56

Tað hevur kostað landskassanum 133,7 mió. kr. at lata mvg-afturbering til hitapumpur og jarðhitaboringar.

Hetta er fyri árini 2017 til 2015. Talið fyri 2025 er tó ikki endaligt.

Eisini her, sum við bilunum, er ringt at nevna beinleiðis nettokostnaðin.

Tí ikki ber til at siga, hvussu stórur kostnaðurin hjá landinum hevði verið, um landskassin ikki stuðlaði grønum skipanum til upphiting yvirhøvur.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, sum spurdi, hvussu nógv stuðul til grønar stuðulsskipanir hevur kostað landskassanum.

Frá 2015 til 2024 vóru 2.368 jarðhitaskipanir gjørdar.

Somu tíggju ár vóru ísettar 2.075 hitapumpur, luft til vatn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360