Hondbóltsmenninir: Stórur hópur tikin út til venjingar

Hondbóltsmenninir: Stórur hópur tikin út til venjingar
Fleiri spælarar við ongum ella mestsum ongum A-landsliðsroyndum eru við í hópinum, sum Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava tikið út til venjingar í næstum
Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið heili 28 spælarar út til A-landsliðsvenjingar í næstu viku
Mynd: Kollektif  
 
12.03.2026 - 10:33

Fleiri spælarar við ongum ella mestsum ongum A-landsliðsroyndum eru við í stórum bruttohópi, sum landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava tikið út til venjingar í næstum.

Hondbóltsmenninir skulu spæla røkkstøkk-dystir um pláss í HM-endaspælinum í mai ímóti annaðhvørt Bosnia Hersegovina ella Kosovo, og 32 mans eru við til venjingarnar, sum byrja sunnukvøldið og halda fram alla næstu viku.

Venjingarnar eru liður í fyrireikingini til HM-dystirnar í mai, men venjararnir skulu eisini brúka dagarnar at royna ungar spælarar og spælarar, sum ikki hava verið fastur partur av vanliga dystarhópinum.

 


Pauli Rasmussen og Høgni Heinason vóru við til Golden League-kappingina í fjør. Teir eru við í bruttohópinum til venjingarnar í næstu viku.

 

Tildømis kann nevnast, at fýra málverjar eru tiknir út, 15 bakkar - millum annað fyrrverandi liðskiparin Peter Krogh - og átta vengur.

Fyrsta venjingin er sunnukvøldið við Tjarnir. Týskvøldið kl. 19.00 er innahýsis venjingardystur í Vestmanna.

 

Føroyski hópurin:

 

Málverjar
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Bjarni Jacobsen, VÍF
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Tóraldur Kollsker, H71

Bakkar
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF
Høgni Heinason, H71
Peter Krogh, H71
Sveinur Olafsson, Afturelding (ISL)
Dánjal Ragnarsson, Fram (ISL)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Jónas Gunnarson Djurhuus, HC København (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Strikur
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71

Vengur
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Janus Gunnarson Djurhuus, HC København (DEN)
Niklas Gaard, Kyndil
Magnus Árason, GOG (DEN)
Jákup Egholm, H71

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459