Rasmus Seebach høvuðsnavn á Summarfestivalinum enn einaferð

Rasmus Seebach høvuðsnavn á Summarfestivalinum enn einaferð
Føroyingar fáa ikki nokk av Rasmus Seebach, segði Erik Biskupstø, fyriskipari, tá hann í Vikuskiftið kunngjørdi, at danin enn einaferð verður høvuðsnavn á Summarfestivalinum
Mynd: PR-mynd  
 
13.03.2026 - 18:27

Kendan danska poppstjørnan Rasmus Seebach verður høvuðsnavn á Summarfestivalinum í ár enn einaferð, freistast mann at siga. 

Rasmus Seebach hevur framført á Summarfestivalinum tvær ferðir áður, í 2011 2019, umframt at hann eisini framførdi á Tórsfest í 2024. 

Hví koma enn einaferð sleipandi við Rasmusi Seebach, kundi ein spurt?

"Føroyingar fáa ikki nokk av Rasmusi Seebach," tvíhelt Erik Biskupstø, fyriskipari, tá hann kunngjørdi høvuðsnavnið í sendingini Vikuskiftið. 


Soleiðis sá tað út, tá Rasmus Seebach fyrstu ferð framførdi á Summarfestivalinum í 2011. 

Erik Biskupstø, fyriskipara, helt ikki, at tað gjørdi nakað, at Rasmus Seebach enn einaferð er høvuðsnavnið á Summarfestivalinum - heldur ikki, um Seebach eisini framførdi á Tórsfest fyrraárið. 

"Føroyingar fáa ikki nokk av Rasmus Seebach," segði fyriskiparin. 

Hoyr Erik Biskupstø kunngera Rasmus Seebach í sendingini Vikuskiftið:

Rasmus_Seebach_a_SF

 

Fólkakær poppstjørna

Rasmus Seebach er tann stóra og fólkakæra poppstjørnan, sum við fangandi poppsangum savnar fólk í øllum aldri á konsertum og festivalum. 

Rasmus Seebach fekk stóra gjøgnumbrotið við fyrstu útgávuni í 2009, og síðani hevur hann støðugt verið at finna á hitlistum og á stóru pallunum.

Sangir sum “Engel”, “Øde ø”, “Millionær”, “Falder”, “Olivia”, “I mine øjne”, “Under stjernene på himlen” og “Lidt i fem” eru millum hittini, sum tann stóra og breiða fjøldin hevur tikið til sín. 

Í november hevði Rasmus Seebach fimm fullkomiliga útseldar arena-konsertir í Danmark. Tey 75.000 atgongumerkini til Royal Arena og Jysk Bank Boxen vórðu seld eftir stuttari tíð. 

 

Hvat: Summarfestivalurin
Hvar: Í Klaksvík
Nær: Frá 6. til 8. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604