Toppfundur: Kanada vil knýta seg tættari at Norðurlondum og Evropa

Toppfundur: Kanada vil knýta seg tættari at Norðurlondum og Evropa
- Kanada vil knýta seg tættari at Norðurlondum og Evropa, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, sum var við á norðurlendskum toppfundi í Oslo í dag
Mynd: Thomas Fure/NTB/Ritzau Scanpix  
 
15.03.2026 - 13:18

- Kanada vil knýta seg tættari at Norðurlondum og Evropa.

Tað sigur kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, sum var við á norðurlendskum toppfundi í Oslo ídag.

Tað er norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum hevur tikið stig til toppfundin. Danmark, Finnland, Svøríki, Noreg, Ísland og Kanada vóru við.

- Russland er størsta trygdarhóttanin í Arktis, segði kanadiski forsætisráðharrin á felags tíðindafundi fyrrapartin.

Mark Carney vísti á, at hóttanin er knýtt at trydarstøðuni í Evropa og at hann ynskir tættari samstarv um trygd.

Á tíðindafundinum vórðu stjórnarleiðararnir spurdir um teir ætla at hjálpa Danmark, um landið verður hótt av einum øðrum Nato-landi. Her verður sipað til ætlanirnar hjá USA at taka Grønland.

Um Kanada fer at hjálpa hernaðarliga, vildi Carney ikki siga beinleiðis, men tað eru grønlendingar og danir sum avgera framtíðina, segði hann.

- At Kanada vil knýta seg tættari at Norðurlondum og Evropa, er ein týðandi politiskur boðskapur, sigur Sigurd Falkenberg Mikkelsen, sum er tíðindamaður í uttanríkisviðurskiftum hjá NRK.

1800968

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115