Ungarn brúkar sýtingarrættin at læna Ukraina pengar

Ungarn brúkar sýtingarrættin at læna Ukraina pengar
Týski samveldiskanslarin sigur, at hetta er ein álvarslig órein gerð
Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn, á ES-toppfundi í gjár. Ungarn nýtti sýtingarrættin í spurninginum at veita Ungarn lán.
Mynd: John Thys/AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2026 - 08:52

Týski kanslarin, Friedrich Merz, biður ES um at finna aðrar hættir at veita Ukraina 90 milliardir evrur í láni, eftir at Ungarn í gjár nýtti sýtingarrættin, veto, móti láni til Ukraina.

Merz segði hetta í røðu eftir ES-toppfundin seinnapartin í gjár, har ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, nýtti sýtingarrættin móti láninum til Ukraina. 

Eisini Slovakia atkvøddi í móti láninum. Úrslitið gjørdist, at 25 av 27 londum atkvøddu fyri, og tað er ikki nóg mikið. Ein avgerð skal samtykkjast einmælt.

Merz kallar sýtingarrættin hjá Orban fyri "eina álvarsliga óreina gerð."

- Hetta fer at síggjast aftur, segði Merz við tíðindafólk, tá toppfundurin endaði í Brússel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221