Norðuratlantisku umboðini kunnu gerast tungan á vágskálini

Norðuratlantisku umboðini kunnu gerast tungan á vágskálini
Veljarakanningar í Danmark vísa, at fólkatingsvalið verður javnt millum reyða og bláa vongin. Tí kann ein meiriluti verða treytaður av teimum fýra norðuratlantisku umboðunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 11:57

Norðuratlantisku fólkatingsumboðini kunnu fáa ein avgerandi leiklut, tá Danmark skal hava nýggja stjórn.

Sambært fleiri veljarakanningum í Danmark verður fólkatingsvalið javnt millum reyða og bláa vongin, og harvið kann ein meiriluti verða treytaður av teimum fýra norðuratlantisku fólkatingsumboðunum.

Tey seinastu árini hava føroysku fólkatingsumboðini peikað á hvør sína stjórn, tað vil siga eina reyða og bláa stjórn, og seinasta veljarakanning sigur eisini, at soleiðis verður tað eftir fólkatingsvalið. 


Myndir: Ritzau/Scanpix

 

Í Grønlandi hevur tað verið siðvenja, at tey hava peikað á eina reyða stjórn, men tað kann broytast nú. 

- Fleiri grønlendskir flokkar hava enn ikki sett navn á, hvønn teir vilja stuðla eftir valið. Aaja Chemnitz, sum varð vald inn seinast, men sum ikki stillar upp til fólkatingsvalið hesa ferð, sigur, at grønlendsku umboðini eiga at samráðast saman, áðrenn tey siga, hvønn tey peika á, sigur Lasse Lindegaard, tíðindamaður hjá DR.

Lasse_Lindegaard_fra_DR

Mett verður, at tað kann gerast trupult og drúgt at skipa nýggja stjórn í Danmark, og at tað kann ganga fleiri vikur, áðrenn nýggj stjórn verður skipað.


Myndir: Ritzau/Scanpix

 

Tíggju flokkar hava boðað frá í dag, at tey taka ikki lut í forfólkaumfarinum, sum annars skuldi vera í kvøld ella í nátt á Christiansborg, og tí er forfólkaumfarið avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858