Avgerandi talvið í dag

Avgerandi talvið í dag
Avgerandi talvið um, hvør skal vera føroyameistari í ár verður á Giljanesi nú klokkan 14
 
02.04.2026 - 12:48

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag, sum hava vunnið hvørt talv higartil í FM-einstaklingakappingini í talvi, og eru einsamallir á odda í landsliðsbólkinum, bresta saman í røttum oddabraki í sætta og næstseinasta umfari í dag.  Greitt er, at annar teirra verður føroyameistari.

Støðan í FM-bólkinum er, at Høgni Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen hava fimm stig hvør. Og nummar trý er Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag við trimum stigum. Átta telvarar kappast í Landsliðsbólkinum.

Í 1. bólki er Markus Jacobsen úr Kollafjarðar Talvfelag á odda við 4½ stigi. Í almenna bólkinum er Bogi á Kósini úr Klaksvíkar Talvfelag fremstur við 4½ stigi, og í unglingabólkinum er Djóni Jakobsen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4½ stigi.

Sætta umfar verður í dag. Kappingin endar í morgin, tá sjeynda og seinasta umfar verður telvað. 

Til ber at fylgja við beinleiðis hvussu telvað verður leik fyri leik á øllum borðum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Týsdag 26. mai
Andaktin
208817
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770