Rutte: Nato hevur hjálpt USA í krígnum móti Iran

Rutte: Nato hevur hjálpt USA í krígnum móti Iran
Donald Trump, forseti, heldur fast við, at hann er vónbrotin av sameindum hjá USA
Mark Rutte, NATO-aðalskrivari, hitti Donald Trump, forseta, i Hvítu húsunum í gjár. Henda myndin var tikin, tá teir hittust í Washington í fjør.
Mynd: AP  
 
09.04.2026 - 08:05

Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, sigur, at hann hevði eitt opið og erligt orðaskifti við Donald Trump, forseta, í Washington í gjár, og minti hann á, at Nato-sameind í Evropa hava verið hjálpsom undir krígnum í Iran.

Tá Rutte í gjár hitti amerikanska forsetan í Washington, endurtók Trump, at hann var vónbrotin av sameindum hjá USA.

Hann hevur fleiri ferðir funnist at NATO-londum og øðrum sameindum fyri ikki at hjálpa til í krígnum í Iran, ella við at lata Hormuzsundið uppaftur.

- Eg vísti á, at nógv tey flestu londini í Evropa hava verið hjálpsom við støðum, hagtølum og yvirflúgvingum og við at tryggja, at tey hildu sínar skyldur, segði Rutte við CNN eftir fundin.

 

Sáar iva um NATO-limaskapin

Trump hevur fleiri ferðir sátt iva um framhaldandi limaskapin hjá USA í NATO. 

Londini í transatlantisku verjusamgonguni hava skyldu til at hjálpa, um eitt annað NATO-land verður álopið, men hava ikki skyldu at hjálpa, um eitt sameint land byrjar kríggj, eins og USA gjørdi, tá tey lupu á Iran saman við Ísrael.

Á egna miðli sínum endurtekur Trump atfinningar sínar eftir fundin við Rutte.

- NATO var ikki har, tá vit høvdu brúk fyri teimum, og tey verða ikki har, tá vit hava brúk fyri teimum aftur. Minnist til Grønland, tað stóra, illa stýrda ísstykkið, skrivar Trump við stórum bókstavum og útrópsteknum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233