Hóttanir frá Trump elva til ringa sálarheilsu í Grønlandi

Hóttanir frá Trump elva til ringa sálarheilsu í Grønlandi
Sálarliga heilsan og trivnaðurin eru nógv minkað seinasta árið, eisini lívsgóðskan
82 prosent av teimum spurdu stúra fyri, hvussu USA kann ávirka teirra gerandisdag.
Mynd: KNR  
 
09.04.2026 - 08:25

Fólk í Grønlandi er farin at trívast verri sálarliga, eftir at Donald Trump, forseti,  segði seg vilja hava Grønland.

Vøksturin er sera stórur, vísir nýggj kanning, sum er gjørd fyri heilsustýrið og fróðskaparsetrið í Grønlandi.

Hon sigur, at sálarliga heilsan og sálarligi trivnaðurin eru nógv minkað hetta seinasta árið.

Lívsgóðskan er eisini minkað.

Nú siga 64 prosent seg hava stóra lívsgóðsku. Tey vóru 84 prosent í fjør. 

 

Mistrivnaður

Sambært kanningini er sálarligi mistrivnaðurin farin úr sjey prosentum upp í 31 prosent. Og 76 prosent siga seg stúra eftir tað, sum amerikanski forsetin hevur sagt um Grønland. 82 prosent stúra fyri, hvussu USA kann ávirka teirra gerandisdag. 

308 fólk vóru við í kanningini, sum var gjørd í januar og februar.

Og Donald Trump hevur ikki gloymt Grønland.

- Minnist til Grønland, hetta stóra, illa stýrda íspetti, skrivaði hann á Truth Social í nátt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947