
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Turið Jóhansdóttir er fødd í Føroyum, men uppvaksin í Danmark. Hon var við í "Karrierekanonen" hjá DR í 2019 og bleiv tá kend við sanginum "Adios so long".
Seinastu árini hevur hevur hon fingist meira við tónleik og arbeiðir í dag sum sangari, sangskrivari og framleiðari.
Hon hevur tó havt eitt ynski um at fáa betri samband til Føroya og sítt føroyska upphav, og leitaði tí tilvitað eftir einum føroyskum framleiðara til fyrstu heildarútgávu sína. Hon spurdi FMX (Faroese Music Export), og tey viðmæltu henni at seta seg í samband við Jens L. Thomsen, tónleikaframleiðara:
- Tað hevur verið týdningarmikið fyri meg at arbeiða saman við onkrum í Føroyum fyri at finna eitt samband við meg sjálva og mínar føroysku røtur, sigur Turið.
Turið hevur dámað væl samstarvið við Jens og at taka upp í Hoydølum, men tað at koma aftur til Føroya at gera tónleik hevur eisini verið ein kensluborin uppliving:
- Tað er ringt at forklára, men tað eru nógvar kenslur í senn. Tað er bæði kent og og fjart í senn. Ein kensla av nostalgi og eisini av at royna at lata upp ein part av mær sjálvari, sum eg ikki ordiliga havi havt samband við. So eg eri ordiliga glað fyri tað.
Jens og Turið hava práta nógv um tónleikin fyri at finna eitt felags stev. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Persónlig útgáva
Turið hevur arbeitt við sangunum til útgávuna í fleiri ár, men gjørdi fyri hálvumøðrum ári síðani av veruliga at fara undir verkætlanina at gera heildarútgávuna. Tónleikin lýsir hon sum eitt sindur alternativan, ?synth-bornan?, onkuntíð meira organiskan blandað við onkrum elektroniskum. Og tekstirnir eru persónligir og kenslubornir:
- Mær dámar væl at skriva um sálarheilsu, og nógvir av sangunum snúgva seg um hjartasorg og kærleika. Útgávan er eisini rættiliga persónlig fyri meg, og um eitt eitt sindur myrkt tíðarskeið í mínum lívi, so tað hevur eisini verið eitt slag av terapi fyri meg at skriva sangirnar, sigur Turið.
Snýr seg um at finna eitt felags stev - ein felags dreym
Turið og Jens hava tosað nógv saman, áðrenn tey hittust, fyri at finna eitt felags stev. Og tann tilgongdin hevur riggað væl, halda tey bæði.
Sum framleiðari leggur Jens stóran dent á at lurta. Men skal samstarvið rigga væl, hevur tað eisini stóran týdning, at bæði listafólk og framleiðari kenna seg aftur í tónleikinum:
- Fyri tað fyrsta er tað sera umráðandi, at sangskrivarin kennir seg heima í tónleikinum, og fyri tað næsta so skal eg sum framleiðari helst eisini kenna meg heima. Tí byrja eg ofta við at lurta eftir nógvum tónleiki saman við artistinun og práta um, hvat okkum dámar. Á tann hátt finna vit eina felags referansurammu - ein amboðskassa. Hareftir kunnu vit saman byrja at skapa nýggjar mátar, og tað er tá, nýmenningin hendir. At mann byrjar at skapa ein felags dreym, eina felags intentión, sigur Jens.
Jens L. Thomsen, framleiðari og ljóðlistamaður, í sínum upptøkuhøli í Hoydølum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Verkætlanir spretta í Hoydølum
Jens hevur innrættað sær eitt studio í Hoydølum við góðum umstøðum at skapa. Hann heldur, at listaumhvørvið í Hoydølum, har fleiri listafólk húsast, skapar samvirknað og virðir, sum hava stóran týdning fyri Føroyar.
Jens er bæðo framleiðari, tónaskald og ljóðlistamaður og arbeiðir ofta við fleiri verkætlanum í senn. Umframt at hava verið við til at framleiða yvir 100 tónleikaútgávur og fingið tvær tilnevningar til Norðurlendsku tónlistavirðislønina við verkætlanini ORKA, so hevur hann nógvar ljóðinstallatiónir og eksperimenterandi listaverkætlanir aftan fyri seg.
Nevnast kunnu FØROYAR 5.2, ÆÐR, sum er ljóðlistaverk í Eysturoyartunlinum, KOKS, eitt ljóðlandslag gjørt til Michelin-stjørnaðu matstovuna KOKS, sum seinni í ár verður sýnt á National Nordic Museum í Seattle, og seinasta verk hansara, RØDD, ið hevði frumframførslu á heimsframsýningini Expo 2025 í Osaka í Japan. Í løtuni arbeiðir hann millum annað við listaverkætlan um ljóð frá Mars saman við Una Árting, jarðfrøðingi.
Lurta eftir samrøðuni við Jens L. Thomsen og Turið Jóhansdóttir niðanfyri:
Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð