Tríggjar kommunur ætla at byggja fótbóltshøll

Tríggjar kommunur ætla at byggja fótbóltshøll
Fótbóltssambandið fer nú at hava fund við kommunurnar, sum hava søkt um stuðul
Kristin Dam Ziska er aðalskrivari í FSF.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
22.04.2026 - 11:44

Tríggjar kommunur hava søkt Fótbóltssambandið um stuðul til at byggja innandura fótbóltshøll.

Tað sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF við Portal.fo. 

Aðalskrivarin ikki vil siga, hvørjar kommunur talan er um.

FSF skal nú hava fundir við kommunurnar um verkætlanirnar.

- Hetta kann veruliga kann flyta føroyskan fótbólt. Slíkar hallir geva heilt aðrar møguleikar - serliga til leikaramenning, sigur aðalskrivarin í FSF við Portal.fo.

 

15-20 prosenti stuðli

FSF veitir kommununum 15- 20 prosent í stuðli av samlaða prísinum,  í serstøkum føri kann størri stuðul latast. 

Stuðul verður latin til fótbóltshallir í fullari stødd og til smærri fótbóltshallir - sokallaðar 9’ara og 7’ara hallir.

Fótbóltssambandið fer nú at kanna umsóknirnar og tekur síðani støðu til, hvussu stóran stuðul kann veitast.

 

19 milliónir

FSF hevur møguleika at søkja um íalt 19 milliónir krónur úr FIFA Forward 3.0-skipanini, og stuðulin til kommunurnar verður í fyrstu atløgu latin til verkætlanir, sum verða framdar í ár og næsta ár, skrivar FSF.fo.

Ein marghøll er í landinum. Hon er í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762