Fáa meira fyri at hava børn í fostri

Fáa meira fyri at hava børn í fostri
Eitt uppskot um samsýning til fosturforeldur, sum var á veg í løgtingið í farna valskeiði, er nú komið í løgtingið úr Mentamálaráðnum
 
29.04.2026 - 06:36

Eitt uppskot um samsýning til fosturforeldur, sum var á veg í løgtingið í farna valskeiði, er nú komið í løgtingið úr Mentamálaráðnum.

Sambært tí skulu fosturforeldur fáa meira fyri at hava børn í fostri.

Gjaldið fyri vistarhald og klæði verður tað, sum gjaldið hevði verið, um tað var javnað trý prosent um árið frá 2015 til 2025.

Fosturforeldur fáa tí 1.300 kr. meira um mánaðin.

Upphæddirnar vera javnaðar hvørt ár sambært lógini um javningarprosent til almannaveitingar.

Sambært Kommunufelagnum eru í miðal 85 børn í fostri.

Kommunurnar rinda fosturforeldrum samsýning. 

Tað fer at kosta kommununum 1,3 mió. kr. at hækka gjaldið.

Kommunurnar hava sjálvar skotið upp at hækka gjaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595